Tænastur
Farice veitir tænastur millum Ísland, Føroyar og Bretland gjøgnum nýggja FARICE-1 sjókaðalin. Kaðalin kemur upp í Reykjavík, í Tórshavn og í Edinburgh, ið eru sokallað Points of Presence (PoPs).
Bandbreidd verður bjóðað innan SDH tøkni við í minsta lagi 45 Mb/s (DS-3).
Farice bjóðar veitarum at leiga kapasitet á FARICE-kaðalinum við einum sáttmála, sum í minsta lagi gongur eitt ár fram.
Bandbreidd verður bjóðað í hesum eindum:
DS3 (45 Mb/s)
STM-1 (155 Mb/s)
STM-4 (622 MB/s)
STM-16 (2.5 Gb/s)
Tænasturnar eru ímillum:
Reykjavík – London
Tórshavn – London
Reykjavík – Tórshavn
Gevið gætur: Farice er ikki veitari, ið vendir sær til brúkaran. Spurningar um sambandið hjá brúkarum eiga at verða vendir til lokala tele- ella internetútbjóðaran.
