Tøkni

Av trygdarávum eru útgreinaðu teknisku upplýsingarnar um Farice ikki tøkar hjá almenninginum. Hinvegin finnast rættiliga nógvar upplýsingar um kaðaltøkni undir sjónum í ymsum keldum.

Fá fyribrigdi vísa sambandið millum vísind, tøkni og samfelag so væl sum samskiftiskaðalarnir á havsins botni. Teir hava broytt háttin at stýra londum, teir hava niðurbrotið ta avbyrging og tær forðingar, sum havið hevur havt við sær, og teir hava slóðað fyri einum nútímans, altjóða búskapi.

Ólíkt kaðalum á landi, sum eru lættir at leggja og sleppa framat, mugu sjókaðalar verða lagdir eftir einum rættiliga ókendum botni og gravaðir undir havbotnin við fjarstýrdum tólum, har tað ber til. Teir mugu eisini hava styrkina til at standa ímóti ávirkan frá skørpum klettum, skipum og boyum, umframt høga trýstið á havsins botni í óvissa tíð. Harafturat koma ónáðirnar frá botnfiskiskapi, akkerum, jarðskjálvtum, skriðulopum, svongum havdjórum og aðrar hóttanir.

Framgongdin við talgildari tøkni seinastu 50 árini hevur verið víðfevnd, og tað hevur viðført eitt altjóða net av dátuflutningi, ið ógjørligt var at spáa um frammanundan.

Heimasíður og skjøl at taka niður eru at finna í leinkjunum høgrumegin.

 

 

Innskráning



A

Leinki og síður

FCC: U.S. Federal Communications Commission
Submarine Cable Landing License Information

Fibre Optic Conferences
Calendar of upcoming events provided by IGI

KMI Corporation
Cable Maps, Consulting Services

Maritime Items
Maritime law updates

PORT
Marine Information Gateway

Qualtrack Ltd Performance
Measures in the Submarine Cable Industry

Sea Fish Industry Authority
Serving the UK Fish Industry

SubCableNews
Newsletter for submarine cable market

Submarine Telecoms Forum Magazine
Newsletter for submarine cable market

T Soja & Associates
Global Telecom Market Analysis

Terabit Consulting
Undersea cable market analysis

Underwater Magazine
Professional Contract Divers Magazine

 

B


 

front

Útlit síðu: