Trygd
Farice nýtir hvørt høvi til at økja trygdina hjá fiskiskipum og teirra manningum. Farice veitir eina snartænastu til tvørleikar við kaðalum á telefon +354 550 6370.
At fløkja seg upp í ein sjókaðal kann vera sera vandamikið. Í økjum, har sjókaðalar eru á havsins botni, kann fiskiskapur, ið er samvirkin við havbotnin, eins og at kasta akker og óheppin nýtsla av tungum lutum gerast ein hóttan ímóti trygdini hjá skipi og manning. Samanstoytur við ein sjókaðal kann eisini skaða altjóða telesamskifti og breiðari búskaparlig áhugamál. Sjókaðalar eru sera kostnaðarmiklir at umvæla, og tí kann ein rættiliga stór fíggjarlig byrða leggjast á tann, ið hevur ábyrgdina.
Leinkini til høgrumegin eru til on-line støð, sum vísa hættir og reglur til at fáast við neyðstøður. Vit taka lut í øllum samskifti við fiskivinnuna, ið kann økja trygdina og stuðla upp undir at varðveita okkara støðu sum fiskvinnutjóðir.
