Um okkum
Opið samskifti er leiðin fram Farice hf varð stovnað í september 2002 við tí endamáli at fyrireika og standa fyri nýggja sambandinum. Áherðsla varð løgd á at fáa breiðan stuðul aftan fyri Farice og nýggja kaðalinum við tí grundleggjandi almenna týdninginum fyri bæði Ísland og Føroyar í huga.
Íslendingar eiga 80 prosent av partapeninginum í Farice, føroyingar eiga 20 prosent. Høvuðspartaeigararnir eru íslendska stjórnin, Landssími Íslands, Vodafone og Føroya Tele. Í desember 2003 stovnaðu íslendsku partaeigararnir eitt holding-felag, Eignarhaldsfélagið Farice hf (vanliga nevnt E-Farice), ið eigur teirra lut í Farice. Fíggjarligi parturin hjá Føroya Tele í Farice er 19,93 prosent av partapeninginum, t.v.s knappar 20 mió. av 100 mió. krónum. Aðrir føroyskir veitarar eiga 0,07 prosent.
Partaeigarar í E-Farice eru:
-
Iceland Telecom / Síminn hf
-
Og fjarskipti ehf (Vodafone)
Partaeigarar í Farice eru:
-
E-Farice (Ísland)
-
Faroese Telecom / Føroya Tele (Føroyar)
-
Kall p/f (Føroyar)
-
Aðrir føroyskir og íslendskir veitarar

